2022-02-19 17:18
Nýggja skipið hjá Vestmanna Fiskavirkið kom í dag á Vestmanna, har nógv fólk vóru savnað at taka ímóti skipinum.
Talan er um fyrrverandi Christian, sum kom í føroyska flotan síðst í 2020, sum vestmeningar hava keypt frá klaksvíkingum.
Mánadagin yvirtóku nýggju eigararnir skipið, sum lá í dokkini á Skála, har ymiskt arbeiði varð gjørt í sambandi við yvirtøkuna.
Vestmenningur fer til fiskiskap í vár, og tá verður farið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Vestmenningur keyptur fyri 45 milliónir krónur.
Kiran Jóanesarson og Sverri Egholm tóku myndirnar:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald