2022-03-10 19:40
Tað er stásiligt á nýggjasta skipinum í flotanum, Christian í Grótinum, sum kom á Ánirnar í gjár.
Hitapottur, hitarúm, fitnessrúm, biografur og annars alt tað, sum hoyrir einum spildur nýggjum skipi til nú á døgum.
Tað er gott pláss umborð á 90 metrar langa og knapt 18 metra breiða flaggskipinum.
Ætlanin er at fara til fiskiskap leygardagin.
Vit vóru umborð í dag. Sí myndir:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald