Christian í Grótinum setti sunnudagin kós ímóti Thyborøn, har skipið skal landa umleið 3200 tons av svartkjafti, sum skipið hevur fiskað í føroyskum sjógvi.
Fiskiskapurin hevur verið hampiligur og nógv skip hava verið á leiðini. Hetta eru føroysk, russisk og íslendsk skip.
Tá Christian í Grótinum hevur landað, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Portalurin hevur verið við seinasta túrin og tikið myndir og gjørt upptøkur til eitt innslag, sum kemur í næstu viku.
Sí eisini: Myndir av svartkjaftafeltinum
Videoupptøkur umborð á Christian í Grótinum í síðstu viku:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald