Higartil í ár er avreitt fyri 26.372 tons. Hetta er 2.689 tons ella 11,4% meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Hetta vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya.
Serliga er tað toskur og hýsa, sum avreitt er meiri av í ár. Í ár er avreitt fyri 6.383 tons av toski, sum svarar til 10,8% meiri enn sama tíðarskeið í fjør. Av hýsu er avreitt 2080 tons, sum er 2,7% meiri enn í fjør, meðan 8.879 tons av upsa er avreiddur, sum svarar til 12,7% meiri enn í fjør.
Avreiðingin av flatfiski er minkaður við 10,4 %, har serliga svartkalvi hálar niður. Avreiðingin av svarkalva er minkað við 910 tons, sum er 15,4%.
3181 tons av øðrum fiskasløgum er avreitt, sum svarar til eina øking á 20,5%, meðan 1.278 tons av skeljadjórum er avreitt, sum er ein øking á 27,5%.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald