2026-05-23 11:34
Hjá Pelagos í Fuglafirði hava tey úr at gera við at virka sildina, sum skipini fiskað í føroyskum sjógvi.
Uppjsjóvarskipini Christain í Grótinum og Norðingur eru komin á Fuglafjørð, har skipini skulu landa 250 tons av sild hvørt.
Christian í Grótinum landar fryst, og síðani eigur Norðingur tørn.
Aftaná Norðing skal Høgaberg landa sild til Pelagos.
Jupiter hevur júst landað 440 tons, og er farið aftur á sildaveiðu.
Skipini hava hampiligan fiskiskap eftir sild eystanfyri í føroyskum sjógvi.
Fagraberg hevur fiska sína sildakvotu, og er farið á svartkjaftaveiðu aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald