Innanlands

Nógv virksemi í Fuglafirði

Christian hevur landað svartkjaft í Fuglafirði, meðan tvey norsk skip eru komin við lodnu til Pelagos, og Tróndur í Gøtu ger seg kláran til nótaveiðu eftir lodnu

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2021-02-13 17:34 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nógv virksemi hevur verið á kaiuni í Fuglafirði í dag, har bæði svartkjaftur og lodna eru landað, umframt at eitt skip hevur gjørt klárt til nótaveiðu.

Hjá Havsbrún landaði Christian 2200 tons av svartkjafti, sum er fiskaður sunnanfyri í føroyskum sjógvi. Svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.

Tá ið liðugt varð at landa, fór Christian aftur til fiskiskap eftir svartkjafti sunnanfyri í føroyskum sjógvi.

Hjá Pelagos lógu tvey norsk skip, Ingrid Majala frá Hammerfest, og Malene S frá Bergen.

Norsku skipini hava fiskað lodnu í íslendskum sjógvi, og landað veiðuna til Pelagos, har serliga Ingrid Majala fekk sera góðan prís.

Prísurin teir fingu varð millum 11-11,50 kr. Ingrid Majala hevði 650 tons av lodnu, meðan Malene S hevði 270 tons. Malene S fekk góðar nýggju krónur kilo fyri lodnuna. 

Við Vónina lá Tróndur í Gøtu, har teir tók nót umborð. Teir hava júst landað 1100 tons av sild, sum teir hava fiskað norðanfyri í altjóða sjógvi.

Tróndur í Gøtu fer nú á nótaveiðu eftir lodnu í íslendskum sjógvi.

[object Object]Malene S og Ingrid Majala eru bæði komin inn við lodnu til Pelagos - Mynd: Kiran Jóanesarson

[object Object]Tróndur í Gøtu tók í dag nót umborð, og fer nú á lodnuveiðu - Mynd: Kiran Jóanesarson

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder