Innanlands

Nógvur makrelur landaður í Føroyum

Ango, Eysturbúgvin, Tummas T, Hoyvík og Høgaberg eru allir komnir inn við makreli

ango (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

ango (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-08-25 18:33 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fleiri skip hava verið inni seinastu dagarnar og landa makreli.

Á Tvøroyri hevur Ango landað 350 tons, Eysturbúgvin hevur landað120 tons og Tummas T hevur landað 310 tons.  Skipini hava øll fiskað makrel norðanfyri.

Í Fuglafirði eru Hoyvík og Høgaberg komin inn við ávikavist 315 og 400 tonsum av makreli, sum eisini er fiskaður norðanfyri. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder