2025-12-11 13:02
Verksmiðjuskipið Norðborg hevur landað alla veiðuna í Ánunum.
Norðborg hevur hendan túrin verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Við til lands hevði Norðborg góð 500 tons av rundfrystari sild, góð 600 tons av avhøvdaðari sild, góð 150 tons av sildafløkum, 80 tons av mjøli og 40 tons av lýsi.
Norðborg fór aftur til fiskiskap fyrrapartin klokkan 11, og skiparið hendan túrin er Hans Klaksstein.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald