2025-12-10 18:49
Uppsjóvarskipið Norðingur hevur landað svartkjaft til Havsbrún.
Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður. Tó varð avgerð tikin um, at koma inn fyri veður.
Veiðan bleiv landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Norðingur fór í Ánirnar at liggja tá ið liðugt var at landa, har teir verða liggjandi næstu dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald