Uttanlands

Norðingur skal landa í Skagen

Norðingur skal landa 1.100 tons av sild í Skagen

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-02-04 07:48 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Norðingur hevur sett kós móti Skagen, har skipið skal landa sild.

Norðingur hevur havt góðan fiskiskap hendan túrin, og hevur 1.100 tons av sild, sum skal landast til Scandic Pelagic í Skagen, har sildin verður landað til matna.

Norðingur verður í Skagen leygardagin, og hevur nú fiskað sildakvotuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder