Innanlands

Norðsøki góðan túr á Føroyabanka

- Túrurin hevur gingist væl. Vit hava umleið 23.000 pund, ella 11,5 tons á 96 stampum. Tað er meiri enn 200 pund uppá stampin, og tað kalla vit fyri góðan fiskiskap, sigur Símin Pauli Simonsen

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2025-10-13 21:14 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í morgun landaði útróðrarbáturin Norðsøki á Toftum. Teir vóru ávegis av Føroyabanka til Klaksvíkar, og manningin varð bæði fegin og troytt.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð. Tíð var tikin til prát, drekkamunn, Guds orð og bøn.

Símin Pauli Simonsen, siglir við sum dekkari og lastamaður.

Upp á fyrispurning um hvussu túrurin hevur gingist, svarar hann:

- Hann hevur gingist væl. Vit hava umleið 23.000 pund, ella 11,5 tons á 96 stampum. Tað er meiri enn 200 pund uppá stampin, og tað kalla vit fyri góðan fiskiskap!

- Størra helvtin er hýsa. Umleið 8.000 pund er toskur, og alt er stórur toskur, uttan umleið 100 kilo er tríari. So er nakað av longu og fitt av havtasku, sigur hann.

- Er toskurin feitur?

- Ja, Í fjør var nógv av rakfiski, meðan vit hendan túrin fingu bara fýra rakfiskar. Tí meta vit, at toskurin er væl betri fyri í ár enn somu tíð í fjør, sigur Símin Pauli.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Hvussu hevur annars vignast hjá Norðsøka í ár?

- Tað hevur gingið væl við fiskiskapinum. Vit lógu nakrar vikur í vár vegna trupuleikar við kervinum (gearinum), og so varð báturin málaður. Snellutúrarnir við Ísland gingu eisini væl, sigur hann.

- Hvussu eru útlitini hjá útróðrarbátunum?

- Eg skal ikki gera meg klókan uppá tað, men eg haldi tey eru góð. Tað er brúkiligur fiskiskapur og so eru prísirnir sera góðir. Við núverandi góðu fiskaprísum, eru 100 pund uppá stampin, brúkiligur fiskiskapur, sigur Símin Pauli.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

Fimm mans eru við Norðsøka. Fýra umborð og ein í skúrinum, sum stendur fyri egningini.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder