Innanlands

Norsk uppsjóvarskip landa á Tvøroyri

Svanaug Elise hevur landað 600 tons av makreli til Varðan Pelagic, og Havstål skal landa 580 tons

Svanaug Elise - Mynd: Birgir Waag Høgnesen

Svanaug Elise - Mynd: Birgir Waag Høgnesen

2021-09-04 15:30 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Makrelfiskispurin er í hæddini, og tað eru ikki einans føroysk skip, sum landa í Føroyum.

Seinastu tíðina hava nógv norsk skip landa á Tvøroyri, og í dag liggja tvey á Tvøroyri, sum skulu landa makrel.

Tað fyrsta at landa varð Svanaug Elise, sum hevur landað 600 tons til Varðan Pelagic.

Um middagsleitið í dag kom Havstål inn við 580 tonsum av makreli, sum eisini skal landast til Varðan Pelagic.

Bæði skipini hava fiskað í norskum sjógvi, og fara aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa.

[object Object]

 Havstål - Mynd: Birgir Waag Høgnesen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder