2021-09-04 13:01
Norska uppsjóvarskipið Sjøbris er ávegis á Kollafjørð, har teir skulu landa makrel.
Í løtuni landar Norðingur 300 tons av makreli, og í kvøld skal Borgarin landa 1000 tons, og síðan eigur Sjøbris tørn. Teir hava 650 tons av makreli.
Tað er virkið Faroe Pelagic, sum tekur ímóti veiðuni frá hesum skipunum, og øll skipini fara aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald