Norski trolarin Atlantic Star hevur gjørt stórar sparingar við føroyskari útgerð.
Talan er um lemmar frá virkinum Rock Trawldoord úr Vági, og góða úrslitið skrivar Hans í Líðini, stjóri í rock Trawldoors á sínum Facebook vanga týsdagin í síðstu viku.
- Atlantic Star kom til Ålesund í fyrrakvøldið (mánakvøldið í síðstu viku, red.) við 900 tonsum av frystum fiski.
- Tað vóru 19 døgn frá tí teir fóru, til teir vóru aftur í Ålsesund og fimm døgn í sigling.
- Teir fiska við okkara nýggja modelli Sea-Master (CL/CD = 3,7) Ikki eina fastkoyring, ikki skrætt eina masku og lemmarnir ongantíð dottnir niður, sjálvt um teir royndu í bratta kantinum.
- Tá teir so bunkraðu aftur, vísti tað seg at teir høvdu brúkt munandi minni av olju. 700 litur per døgn minni av olju enn árini frammanundan.
- Hetta gevur 13.300 litra í sparing av olju í 19 dagar. Vit herfrá ynskja teimum góða eydnu á komandi túri, skrivar Hans í Líðini um góða úrslitið.
Atlantic Star hevur heimstað í Ålesund í Norra, og er bygdur í 1996. Trolarin var fyri nøkrum árum umbygdur, og var millum annað longdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald