Løgmaður varð um vikuskiftið endurgivin fyri at hava sagt, at hald ikki er í afturvendandi páhaldinum um, at verandi samgonga hevur drenað allar pengar burturúr vinnuni, so hon ikki hevur ráð at endurnýgja seg.
Víðari verður hann endurgivin á in.fo fyri at siga, at alivinnan og uppisjóvarvinnan í 2016 og 2017 hava havt 3,3 mia. kr. í avlopi.
Hetta vil Felagið Nótaskip ikki lata standa ósvarað, og hevur í dag fráboðan á heimasíðu sínari.
- Tað er nokk so smart at taka alivinnuna og uppisjóvarvinnuna undir einum, tí so verður tað fjalt, hvussu verandi samgongan eftir øllum at døma hevur sett sær fyri at drena allan kapital úr fiskivinnuni á sjónum, og at drena kapital úr fiskivinnusamfeløgunum í útjaðaranum í landskassan, sigur felagið.
- Sambært eini roknskapargreining hjá grannskoðarafelagnum Januar høvdu uppisjóvarskipini 187 mió. kr. í avlopi í 2017. Tað var helvtin av avlopinum í 2016. Sambært eini uppgerð hjá Taks og Gjaldstovuni rindaði fiskivinnan 381 mió. kr. í skattum og avgjøldum í 2017.
- Úrslitið hjá uppisjóvarreiðaríunum verður enn lakari í 2018, tí makrelkvotan hjá skipunum er minkað við einum triðingi. Og tað fer at ganga sama veg í 2019. Eftir fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019 skal fiskivinnan eftir ætlan gjalda 63 mió. kr. meira í veiðigjaldi.
- Tølini vísa bara veruleikan. Alivinnan ger íløgur, so tað stendur eftir. Fiskivinnan á sjónum ger ongar íløgur. Støðan hjá uppisjóvarflotanum er nú tann sama sum hjá heimaflotanum. Tað einasta sum hendir, er, at skipini verða eitt ár eldri hvørt ár. Og her eru avgjørt ongi útlit fyri at endurnýggja flotan, skrivar Felagið Nótaskip á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald