Innanlands

Nú verður Dunga Jákup sleipaður heim

Frystitrolarin skal smíðast liðugur á Skála – skipið verður væntandi latið Varðanum í summar

(Mynd: MEST)

(Mynd: MEST)

2025-12-10 13:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skrokkurin til frystitrolaran Dunga Jákup M/tr, sum er bygdur á Stozcnia Wisla skipasmiðjuni í Gdansk í Póllandi, varð sjósettur og yvirtikin í dag. Hesum boðar skipasmiðjan MEST frá.

Í sambandi við sjósetingina, varð minni hátíðarhald við luttøku av umboðum frá Varðanum og MEST í Gdansk. Myndirnar eru frá hátíðarhaldunum í Gdansk.

Tá skrokkurin er komin heim, verður hann liðugtgjørdur á MEST á Skála. Væntandi tekur sleipið umleið 10 dagar í mun til veðrið.

Skipið verður væntandi latið Varðanum í summar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder