Innanlands

Núpur fiskaði fyri omanfyri 26 milliónir krónur

Núpur avreiddi fyri góðar 26,4 milliónir krónur í 2025

Núpur er einasta ísfiskalínuskipið, sum framvegis er í vinnu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Núpur er einasta ísfiskalínuskipið, sum framvegis er í vinnu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-01-03 18:00 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Ísfiskalínuskipið Núpur hevði eitt gott ár í fjør. 

Tað vísir eitt yvirlit hjá Vørn.  

So at siga allur línuflotin í bólki 3 er skiftur út við frystilínuskip seinastu árini. Tó er eitt ísfiskalínuskip eftir í flotanum, Núpur hjá JFK samtakinum. 

Núpur hevur avreitt fyri 26.431.085 krónur í 2025, sum er eitt sera gott ár hjá skipinum, sum avreiddi fyri 9.165.049 krónur í 2024 sambært yvirlitinum hjá Vørn. 

Núpur hevur bara fiskað undir Føroyum í 2025 og meginparturin av tí, sum Núpur fiskaði var toskur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder