placeholder
Innanlands

Nýggi Børkur á Fuglafirði

Teir bunkraðu olju og skuldu hava okkurt annað smávegis umborð, áðrenn leiðin gongur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-04-12 22:26 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í dag lá eitt av nýggjastu fiskiskipunum í Íslandi, Børkur, á Fuglafirði. Teir bunkraðu olju og skuldu hava okkurt annað smávegis umborð, áðrenn leiðin gongur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

- Ja, Børkur er eitt stórt og gott nýtt skip, sum kom í flotan síðsta summar. Tað er 90 metrar langt, 16,6 metrar breitt og hevur tveir Bergen Diesel motorar á 3400 kw. Skipið lastar gott 3400 tons og størsta lastin hiðartil er 3428 tons av lodnu. Tað sigur skiparin Hjørvar Hjalmarsson.

- Skrokkurin er bygdur í Pólandi og síðani var skipið gjørdt liðugt hjá Karstensen í Skagen. Tað hevur alla nýtímans útgerð og umstøðurnar hjá manningini eru sera góðar, sigur hann.

- Vit fiska sild, lodnu, makrel og svartkjaft. Vit landa fast til “Sildavinsluna” á Neskaupstaði  sum eigur skipið. Nú vit trola eru vit 8 mans við, men tá vit til dømis fiskað lodnu við nót eru vit 12 mans. Tvær manningar á 8 mans hoyra til skipið, sigur Hjørvar.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag, har hann hevði eitt Guds orð, bøn og lýsti signingina. Manningin var eisini heilsa við gomlu føroysku heilsanini: Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!

Tá vitjanin umborð á Børki var liðug, kom Vilhelm þorsteinsson á Fuglafjørð. Hann er eisini frá 2021 og er systirskip til Børk. Teir skulu eisini bunkra áðrenn farið verður á svartkjaftaveiðu. Eisini hann fekk vitjað av trúboðaranum.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder