Nýggi Fagraberg loysti í dag úr Skagen, og hevur sett kós móti Føroyum.
- Nýggi Fagraberg hevur loyst úr Skagen, og skipið er nú ávegis til Føroya, og verður her týsdagin, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
Í sambandi við at nýggi Fagraberg kemur á Fuglafjørð, verður skipað fyri móttøku á kaiini í Fuglafirði.
Nú nýggjur Fagraberg er komin í flotan hevur undanfarna uppsjóvarskipið, við sama navnið, fingið navnið Gamli Fagraberg, og er sett á sølulista, og reiðarin sigur at áhugið er fyri skipinum.
- Nú er Gamli Fagraberg settur á sølulista, og nú byrja fyrispurningarnir at koma uppá skipið, men enn er einki ítøkiligt á borðinum, sigur reiðarin.
Nýggi Fagraberg kostar 250 milliónir krónur, og er bygdur í Skagen í 2018.
Skipið verður riggað til, og síðani fer skipið til fiskiskap eftir svartkjafti undir Føroyum, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald