Innanlands

Nýggi Hav Sand á Runavík

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð við jólapakkum sunnudagin, og fekk tá eitt prát við báðar skipararnar, tí manningarskiftið var tann dagin

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2025-12-09 19:50 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Sunnudagin lá Hav Sand, sum er nýggjasta skipið hjá reiðarínum Navigare, á Runavík. Skipið kom í vinnu fyri Navigare í august.

Hav Sand er systirskip hjá Hav Aldu, men er 3,5 metrar longri.

Hav Sand er bygdur í 2011, er 86 metrar langur,12,40 metrar breiður og lastar 2900 tons. Motorurin er ein 1980 Kw MAK.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð við jólapakkum, og fekk tá eitt prát við báðar skipararnar, tí manningarskiftið var tann dagin.

Tá spurt var hvussu skipið roynist, var greiða svarið:

- Tað roynist væl. Tað er gott at sigla við bæði tá tað er undanvindur og síðuvindur. Tað gongur trekt  í mótvindi og missir nokso skjótt ferðina. Tað ger ikki so nógv, tí tað er hart fyri skip at sigla skjótt í mótvindi. Tað segði avmynstrandi skiparin Arnfinn Hansen. 

- Hvaðani koma tit?

- Vit koma úr Íslandi við vulkanskum sandi, sum skal til Svøríkis. Vit vita ikki rættiliga hvat sandurin skal nýtast til, men onkur segði fyri mær, at teir nýta hann sum bjálving undir húsum, segði hann.

- Hvagar ber leiðin á tit hava lossa í Svøríki?

- Tá verður kósin sett móti Gdansk í Pólands. Har skulu vit lasta vøru til Havsbrún. So gongur ferðin eftir ætlan verða vit á Fuglafirði 20. desembur. Men tað er vetrartíð, so tað kunnu seinkingar koma í.

Tað segði Eyðfinn Jacobsen, sum mynstraði, sum skipari sama dag.

- Tað er mín lutur at verða umborð á jólum í ár. Arnfinn hevur verið umborð síðstu tvey jólini, hóast vit annars eru onnurhvør jól umborð, sigur Eyðfinn.

Hav Sand fekk bíbliu, lestra- og andaktsbók og aðrar bøkur og geyma við kristnum sangum frá Sjómansmissiónini.

Sjómanstrúboðarin læs eitt Guds orð og bað fyri skipið og manning.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder