placeholder
Innanlands

Nýggja Sandshavið komið til Føroya

Nýggja Sandshavið, sum er keypt úr Íslandi er nú komið til Føroya

Nýggja Sandshavið ávegis á Havnina í dag (Mynd: Brandur Sandoy)

Nýggja Sandshavið ávegis á Havnina í dag (Mynd: Brandur Sandoy)

2022-05-22 19:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Talan er um eitt frystilínuskip, sum skal avloysa undanfarna Sandshavið, sum er eitt ísfiskalínuskip.

Nýggja skipið er 47,7 metrar langt og 9 metrar breitt, meðan Sandshavið er 34 metrar langt og 7,5 metrar breitt.

Skipið, sum fær navnið Sandshavið klárar at frysta 20 tons um samdøgrið, og tað gevur munandi betri umstøður at reka fiskiskap, enn tað ger í løtuni.

Eitt nú kunnu túrarnir í Grønlandi og Íslandi vera longur, og nýggja skipið kann eisini fara á Flemmish Kap.

Nýggja Sandshavið er sama slag sum Vesturhavið, Eivind og Jákup B, men eins og við Jákupi B, er nýggja Sandshavið longt, síðani tað var bygt. 

Skipið er keypt fyri umleið 17 milliónir krónur, og áðrenn skipið fer til fiskiskap undir føroyskum flaggið skulu ymsar dagføringar gerast hjá Mest. Hettta arbeiðið fer væntandi at taka ein mánaða.

[object Object]Mynd: Brandur Sandoy


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder