Innanlands

Nýggja Sandshavið kostar 17 milliónir danskar krónur

Avloysaraskipið kemur til Føroyar um ein góðan mánað

2022-04-07 20:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í gjár gjørdist tað alment at felagið aftanfyri línuskipið Sandshavið hevur keypt eitt frystilínuskip úr Íslandi.

Tá ið vit skrivaðu í gjár, ynsktu eigararnir ikki at upplýsa keypsprísin, men í dag skrivar íslendski miðilin mbl.is um søluna, har prísurin verður kunngjørdur.

Skipið kostar also sambært íslendska miðlinum 324 milliónir íslendskar krónur, sum svara til 17 milliónir danskar krónur.

Tað er í samband við at íslendsku eigararnir hava keypt sær eitt nýggjari og størri frystilínuskip, at teir hva selt gomlu Kristrún til Føroyar.

Nýggja Kristrún er bygd í 2001, meðan nýggja Sandshavið er bygt í 1988.

Tá ið nýggja Sandshavið kemur til Føroyar, skal skipið dagførast hjá Mest, og væntast arbeiðið at taka umleið ein mánað. 

Tá ið tað er gjørt, fer skipið til fiskiskap. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder