Innanlands

Nýggja skipið hjá Sandship fær navnið Vón Arctic

Nýggja farmaskipið hjá Sandship kemur í flotan seinni í ár, og fær navnið Vón Arctic

Vón Arctic kemur í flotan seinni í ár ()Mynd: Sandship)

Vón Arctic kemur í flotan seinni í ár ()Mynd: Sandship)

2026-01-02 13:20 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var í september, at Sandship sendi út tíðindaskriv, at felagið hevði undirskrivað avtalu um keyp av einum farmaskipið, sum er bygt í 2010.

Skipið talan er um er Bonacieux, sum hevur heimstað á Gibraltar, men skal skrásetast í FAS skipanini, og fær heimstað í Fuglafirði.

Vón Arctic skal umbyggjast til sjálvlossara áðrenn skipið fer í fasta sigling fyri Sandship.  

Vón Arctic er bygt í 2010, og lastar umleið 3.000 tons. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder