Fishfacts: Í greiningin, sum Fishfacts hevur gjørt av fíggjarligu gongdini hjá pelagisku feløgunum í Føroyum sæst, at orsøkin til, at feløgini hava hægri yvirskot í 2020 samanborið við 2019, er lækkandi oljuprísurin, og ikki avtøkan av uppboðssøluni.
- Tað er tó nógv, ið bendir á, at lækkandi oljuprísurin hevði størri ávirkan á samlaða vinningin enn avtøkan av uppboðssøluni, stendur í greininini.
Tá løgtingið broytti lógina um sjófeingið í 2019, øktust tilfeingisgjøldini fyri makrel og svartkjaft við 50 prosent og 25 prosent, meðan avgjaldið á sild lækkaði við 20 prosent. Harafturímóti lækkaði oljurpísurin við sløkum 30 prosent, úr $57 05 fyr tunnuna í 2019 niður á $39 58 í 2020.
Hevði oljupísurin verið eins høgur í 2020 sum í 2019, hevði samlaði vinningurin verið óbroyttur í 2020 sammett við 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald