Nýggi Fagraberg, sum Framherji yvirtók tann 10. mars, liggur framvegis í Skagen, og óvist er nær skipið kemur til Føroya.
- Skipið liggur framvegis í Skagen, har vit gera ymiskt arbeiði við skipið áðrenn tað skal koma til Føroya, og ringa veðrið hevur seinkað arbeiðinum eitt sindur, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
Framherji hevur keypt Serene úr Heltandi fyri 250 milliónir krónur, og skipið skal avloysa undanfarna skip við sama navnið, sum hevur fingið navnið Gamli Fagraberg og skal seljast.
Skipið er bygt í 2018, men er í sera góðum standi, hóast tað verður átta ár í ár. Hetlendingar fiska nógv minni enn føroyingar gera, og tí sæst eisini minni slit á skipinum hóast skipið er átta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald