- Tað er stórt og gleðiligt at fáa jólapakka frá “fremmandum” langt heimanífrá.
Eitt av tænastuskipunum í alivinnuni hjá Bakkafrosti er Bakkanes, sum arbeiðir í Skotlandi. Í oktobur - novembur var skipið til umbyggingar hjá Mest á Skála.
Tá vitjaði sjómanstrúboðarin umborð og hevði jólapakkarnar við.
John Elias Jacobsen, er annar av skiparunum, og hann tók ímóti jólapakkunum. Hann verður umborð á jólum. Tá hann var spurdur um pakkarnir hava týdning svaraði hann:
-Ja, so avgjørt. Teir hugna um, fløva og minna um, at onkur hugsar um okkum. Tað er stórt og gleðiligt at fáa jólapakka frá “fremmandum” langt heimanífrá.
- Vit eru fimm vikur umborð, og í ár er tað okkara hold, sum verður umborð á jólum. Í fjør lá skipið til umbygging á Skála, so tá vóru báðar manningarnar heima, sigur hann.
- Vit takka hjartaliga fyri pakkarnar og fyri tað stóra og góða arbeiði Sjómansmissiónin ger. Vit koma at hava eina góða løtu jólaaftan, við góðum mati, jólaevangeliið og hugna. Tá verða pakkarnir deildir út og pakkaðir upp. Tað gleða vit okkum til, sigur John Elias.
Bakkanes heldur jól í Ullapool í Skotlandi. 11 mans eru við, harav tveir skotar, sum eru í starvsvenjing.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing, varðveitslu - gleðilig jól og eitt av Harranum signa nýggjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald