
Felagið Brestir í Sørvági hevur keypt danska frystitrolaran Myggenes, sum fær navnið Vesturleiki og heimstað í Sørvági.
Skipið er bygt á Karstensens skipasmiðjuni í 2021, og bleiv senni longt.
Vesturleiki er góðar 48 metrar langur, og 11 metrar breiður, og hevur ein Yanmar motor við umleið 1900 hk.
Hvat skipið er keypt fyri vita vit ikki, men keldur, sum Portalurin hevur tosað við, upplýsa at samlaði prísurin liggur um 200 milliónur krónur.
Sum skilst, so skal skipið nú málast og annað, áðrenn skipið kemur til Føroyar, sum eftir ætlan er í januar.
Brestir hevur seinastu mánaðirnar ligið á Havnini, av tí at krummtapsaskilin á skipinum er farin, og má umvælast.
Vit hava roynt at fingið fatur á Tummas Henriksen, reiðara, men tað hevur ikki eydnast.
Les eisini: Brestir fer at liggja meginpartin av árinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald