Innanlands

Polar Princess landað í Kollafirði

Grønlendski trolarin Polar Princess hevur landað makrel í Kollafirði 

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

2025-08-13 16:57 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Polar Princess hevur landað 900 tons av frystum makreli í Kollafirði.

Grønlendski trolarin hevur verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi norðan fyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður. 

Tá ið liðugt var at landa fór skipið aftur á makrelveiðu í altjóða sjógvi.

Grønlendski trolarin Tasiilaq landar í dag 800 tons av frystum makreli og slógvi umframt eitt sløð av feskum makreli eisini. 

Hetta verður landað til Pelagos, Bergfrost og Havsbrún.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder