Innanlands

Polarhav og Stjørnan landað til Kósina

Parið hevur landað 340.000 pund, og tað mesta av veiðuni var upsi

Polarhav (savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Polarhav (savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-10-14 07:29 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Polarhav og Stjørnan landaðu til Kósavirkið í gjár.

Parið hevur verið til fiskiskap eystan fyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Veiðan, 340.000 pund og har nógv tað mesta var upsi,  bleiv landað til Kósina, og parið fer aftur til fiskiskap tá ið tað hevur landað.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder