
Í Føroyum hava vit í løtuni fimm trolarar, sum fiska rækjur. Hjá trimum er hetta beinleiðis grundarlagið undir trolarunum, hóast teir kunnu fiska botnfisk eisini. Hesir tríggir eru Emerald, sum er nýggjasta rækjuskipið í flotanum, Arctic Viking og Hvítanes.
Enniberg og Emerald, sum Mortan Johannesen í Havn eigur, Akraberg hjá Framherja í Fuglafirði, Arctic Viking hjá JFK og Hvítanes hjá Thor eru alt trolarar, sum fiska rækjur.
Fyri nøkrum fáum árum síðani var føroyski rækjuflotin nirði á einum trolara, sum livdi av rækjufiskiskapinum, men vit kunnu fegnast um, at hesin parturin av flotanum er vaksin eitt sindur.
Í løtuni eru fýra trolarar á rækjuveiðu í Barentshavinum, meðan ein siglir heim til Føroya at landa rækjur.
Hvítanes (Savnsmynd: Egil Horn)
- Vit hava verið til fiskiskap í 61 dagar hendan túrin, so fiskiskapurin hevur ikki verið tann besti vit hava havt, sigur Thorfinn Johannesen, sum er skipari á Akrabergi hendan túrin.
- Vit hava 836 tons av rækjum, og vit hava landað allar rækjurnar í Føroyum, sigur Thorfinn víðari.
Skiparin á Akrabergi leggur tó aftrat, at hóast fiskiskapurin hevur verið lakari í ár enn í fjør, so hevur prísurin verði betri.
Thorfinn Johannesen sigur, at Akraberg verður í Føroyum mikudagin, og tá ið liðugt er at landa skal skipið skifta fólk áðrenn tað fer aftur á rækjuveiðu í Barentshavinum.
Akraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Umborð á Emerald er Jákup Joensen skipari, og hann sigur tað sama sum Thorfinn Johannesen.
- Vit liggja um eini 13 tons í miðal um samdøgrið, og tað er galandi fyri øll skipini, sum eru á rækjuveiðu her, sigur Jákup Joensen.
Skiparin á Emerald leggur aftrat, at hjá teimum er talan um dag 52 umborð tá ið vit fingu orðið á hann í gjárkvøldið, og hann sigur víðari, at sama tíðarskeið í fjør lógu skipini um 21 tons um samdøgrið.
Jákup sigur eisini at veðrið spælir ein stóran part av rækjufiskiskapinum. Seinastu tíðina hevur nógvur mjørki verið á leiðini, og sólin hevur einans skinið í fýra til fimm dagar á túrinum.
Emerald (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Vanliga plaga rækjuskipini at landa veiðuna í Noregi. Arctic Viking landaði fyri knapt 14 døgum síðani 470 tons av rækjum í Tromsø.
Eirikur Magnussen var skipari síðsta túr, men eftir at Arctic Viking hevði landað, skifti skipið eisini fólk, og Niklái Petersen er nú skipari.
Arctic Viking (Savnsmynd: Emil Petersen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald