Innanlands

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 418 milliónir fyri fyrsta ársfjórðing

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 442 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 53 milliónir krónur.

2022-05-10 08:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fyrsta ársfjórðing 2022 var 418 milliónir krónur. Samlaða tøkan av laksi var 21.400 tons, harav 17.500 tons vórðu tikin í Føroyum og 4.000 tons í Skotlandi.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 442 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 53 milliónir krónur. Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarhall á 29 milliónir krónur, og rakstrarúrslitið (EBITDA) av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 86 milliónir krónur.

Úrslitið eftir skatt fyri fyrsta ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 405 milliónir krónur í mun 408 milliónir krónur sama ársfjórðing árið fyri.

Nøgd við úrslitið

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

- Samanumtikið eru vit nøgd við úrslitið frá føroyska virksemi okkara.  Lúsatølini hava verið lág og fellið lágt í fyrsta ársfjórðingi. Mongdirnar økjast alsamt komandi árini og fyri at røkka teimu 100.000 tonsunum av laksi, ið vit ætla at taka í Føroyum í 2026, so er tørvur á størri og fleiri smoltstøðum á landi. Í løtuni útbyggja vit smoltstøðirnar á Glyvradali og Norðtoftum, og gongur hetta arbeiði eftir ætlan.

- Í Skotlandi gongur rættan veg við teim átøkum, sum eru sett í verk. Seinna hálvár í fjør var sera trupult. Gongdin batnaði móti ársenda og er batnað enn meir í fyrsta ársfjórðingi 2022. Í mars høvdu vit einki óvanligt felli og skotski aligeirin hevði aftur yvirskot.

- Í mars fingu vit eitt nýtt skip í Skotlandi, ið hevur stóra orku til feskvatnsviðgerð. Hetta er ein týðandi liður í at minka um lívfrøðiliga váðan í skotsku alingini. Útbyggingin av smoltstøðini á Applecross gongur eftir ætlan – seint í ár verður fjórða byggistig liðugt og fer at gera okkum før fyri at framleiða munandi størri smolt við nógv betur góðsku, enn vit kunnu í dag.

Óvanliga høgur prísur

- Órógv í alheims veitingarketum hevur styrkt tørvin á lokalum veitingum. Bakkafrost hevur eina sterka støðu við sterkum lokalum veitarakervi, eftirsum umleið tveir triðingar av innkeypinum er frá lokalum veitarum, og Bakkafrost harumframt hevur góða atgongd til lokalar rávørur til fóðurframleiðslu.

- Laksaprísurin hevur verið óvanliga høgur í higartil í ár og hóast teir fella nakað, vænta vit lutfalsliga høgar prísir restina av árinum, tí eingin vøkstur er í útboðnum av laksi fyri árið samanlagt.

Tóku 21.400 tons

Samlaða tøkan í fyrsta ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 21.400 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 17.500 tons tikin í Føroyum í mun til 14.000 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 4.000 tons í kruvdari vekt tikin í mun til 7.000 tons sama ársfjórðing í fjør.

Tilsamans vórðu 4,2 milliónir smolt sett út í fyrsta ársfjórðingi, í mun til 4,0 milliónir smolt í sama ársfjórðingi í fjør. 2,0 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 2,3 milliónir smolt í Skotlandi.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 442,0 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2022, í mun til 218,3 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 471,4 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2022, samanborið við 143,3 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í fjør. Laksaprísirnir vóru hægri í fyrsta ársfjórðingi, samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør.

Rakstrarhall í Skotlandi

Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 52,6 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2022, í mun til eitt rakstrarhall á 7,3 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í fjør.

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 29,4 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2022, í mun til eitt rakstrarúrslit á 75,0 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fyrsta ársfjórðingi 2022 var 86,4 milliónir krónur, samanborið við 48,3 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 2.192 milliónir krónur við endan á fyrsta ársfjórðingi 2022, í mun til 2.126 milliónir krónur við ársenda 2021. Bakkafrost hevði 2.999 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á fyrsta ársfjórðingi 2022.

Á ársaðalfundinum fríggjadagin 29. apríl 2022, varð samtykt, at 5,14 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta gevur eitt samlað vinningsbýti á 304 milliónir krónur, ið verða goldnar partaeigarunum um 20. mai.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder