Fyrrverandi frystitrolarin bleiv seldur av landinum í 2019, og hevur síðani ligið, men nú er skipið aftur í vinnu, ella ein partur av tí.
Skipið stóð fyri einari umfatandi klassing, og eigararnir mettu ikki at tað gav meining at gera skipið í stand, og tí bleiv skipið selt.
Ran bleiv seldur til God is Able Seafood Ltd í Nigeria, og skuldi eftir ætlan byggjast um og fara aftur til fiskiskap undir nýggju eigarunum, men soleiðis bleiv ikki kortini.
Eigararnir fóru á húsagang, og skipið lá fyri akker út fyri Móritania í eina tíð.
Ran fyri akker útfyri Móritania áðrenn skipið bleiv selt til upphøggingar
Ran hevur tó fingið eina nýggja yrkisleið, ella ein partur av frystitrolaranum, kann man siga.
Tað mesta av trolaranum er upphøgt í dag, men tó er ein partur av stýrihúsinum eftir, og í dag verður hesin parturin, har navnið eisini stendur á, brúkt sum sølubúð á eini strond í Móritania.
Hvussu leingi sølubúðin hevur verið har ella hvør eigur hana vita vit tó ikki.
Ran kom í føroyska flotan í 21/12-1970 tá ið skipið kom sum nýbygningur úr Noregi. Trolarin fekk navnið Sjúrðarberg. Seinni bleiv trolarin seldur til Havnar, har hann fekk navnið Enniberg, og var tað Mortan Johannesen, sum keypti skipið, og byrjaði sítt yrki sum reiðari.
Í 1990 fekk skipið navnið Ljósafelli, seinni bleiv tað selt til Grønlands, og fekk navnið Antuut, men kom so aftur í føroyska flotan og fekk aftur navnið Ljósafelli.
Síðani seldi Mortan Johannesen skipið, sum fekk navnið Ran, men framvegis var skrásett í føroyska flotanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald