Danski stórreiðarin Henning Kjeldsen hevur selt meginpartin av sínum virksemið til aðrar aktørar.
Talan er um reiðaríið Isafold og nøkur onnur reiðaríðir eitt nú Themis A/S og Astrid A/S, sum hevur svenskar eigarar, men skrásett í Danmark.
Henning Kjeldsen hevur ikki einans selt sínar pelagisku kvotur, men hann hevur eisini selt nýbygningin, sum er í ger í Spania.
Talan verður um heimsins fyrsta diesel elektriska fiskiskip, sum er bygt, og er skipið sera umhvørvisvinarligt og framkomið á tøknligaøkinum innan køling og aðra útgerð.
Tað er reiðaríið Isafold, sum yvirtekur nýbygningin, sum also framvegis kemur at hava heimstað í Danmark, men heldur enn í Skagen, verður skipið skrásett í Hirtshals.
Umframt nýbygning so hevur Isafold eisini ogna sær ein part av uppsjóvarkvotunum soleiðis at felagið fær enn betri grundarlag at reka fiskivinnu.
Felagið sigur í tíðindaskrivi, at tørvur er á einum betri og størri skipið av tí at eitt nú fiskiskapurin eftir svartkjafti við Írland er somikið langt burtur frá har skipið skal landa, og tí krevur tað at stórt og gott skip, soleiðis at góðskan er í topp og meira fæst fyri veiðuna og manningin hevur góðar umstøður.
Skipið er nakað seinkað, tí tað skuldi eftir ætlan latast undanfarnu eigaranum í december í 2021, men korona hevur gjørt, at skipið ikki verður handað fyrr enn í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald