Seinastu tíðina hava søgur gingið um, at tríggir smáir aktørar arbeiða við at leggja saman til eitt størri felag.
Talan er um Ango í Vági, Gráastein úr Havn og helvtin av Katrin Jóhonnu í Miðvági.
Sum skilst so fer reiðaríið Kinnfelli, sum eigur uppsjóvarskipið Katrin Jóhonnu í tvey, og onnur helvtin og skipið verður framvegis heimahoyrandi í Miðvági, meðan hin helvtin stovnar nýtt felag, og fer saman við Ango og Gráastein.
Felagið Ango arbeiðir við at selja sítt skip til Marokko í Afrika, og so er bara Birita, sum felagið Gráastein eigur, eftir av skipunum hjá hesum trimum eigarunum.
Fyribils hevur felagið Ango leigað Jupiter, úr Klaksvík, at fiska kvoturnar hjá felagnum.
Birita, sum felagið Gráastein eigur, er bygd í 1999 í Noregi og er tí 27 ár.
Reiðaríið aftanfyri Ango segði at felagið fór at leitað eftir einum nýggjari og størri skipi til sítt virksemið, og tí kann hugsast at Birita verður seld, og eitt nýggjari og størri skip kemur í flotan at fiska kvoturnar hjá hesum trimum, sum nú leggja saman.
Vit hava roynt at fingið eina viðmerking til málið frá umboðum frá øllum trimum reiðaríðnum, men eingin ynskir at viðmerkja málið í løtuni.
-
Um tað verður sum søgurnar ganga í løtuni, so leggja Ango og Birita saman við helvtini av Katrin Jóhonnu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald