Í Snørinum, einum nýggjum føroyskum telduspæli um fiskiskap, byrjar tú við kaiina í tíni egnu bygd í einum føroyskum árabáti og fiskar í sama veðri, sum er yvir Føroyum tann dagin.
Spælið verður spælt í kaganum, á telefon ella teldu, á snørið.fo.
Tú byrjar við kaiina í einum árabáti, gamla súðubygda føroyska bátinum, og fiskar við snøri. Tú fert út á sjógvin, kastar snørið og kennir, tá ið fiskurin tekur. So dregur tú fiskin inn, fert heim aftur og selur fongin á kaiini. Fyri peningin keypir tú ein motorbát og síðan størri bátar – higartil átta í alt, frá árabátinum og til ein línubát, sum fiskar úti á djúpinum. Tú kanst eisini keypa tær eina byrsu og skjóta fugl úr bátinum – lomviga, álku og skarv – sum tú avreiðir á kaiini saman við fiskinum.
(Mynd: Snørið)
Oyggjarnar eru tær veruligu. Landið og havbotnurin eru gjørd eftir almennu kortunum hjá Umhvørvisstovuni, og higartil eru 67 havnir bygdar upp eftir myndum og flogmyndum – bæði Tórshavn og Klaksvík og smærri bygdir sum Hattarvík og Skarvanes – so at spælararnir kenna sína egnu bygd aftur, tá ið teir síggja hana av sjónum. Nýggjar havnir koma afturat hvørja viku, og allar hinar oyggjarnar eru longu við, so ein kann sigla hvar ein vil.
Eisini veðrið er veruligt. Spælið fylgir veðurforsøgnini fyri Føroyar tíma fyri tíma: Soleiðis sum veðrið er í løtuni, er tað eisini í spælinum. Fiskarnir eru teir somu, sum eru at fáa í Føroyum – upsi, toskur, hýsa, longa – og halda til á tí dýpi, har teir eisini eru í veruleikanum. Bátarnir hjá hinum spælarunum eru á somu firðum og sundum sum tú, og strandfaraskipini sigla millum oyggjarnar.
(Mynd: Snørið)
- Eg gjørdi smærri spøl fyri 25 árum síðani, og mín dreymur hevur altíð verið at gera spøl. Nú eri eg so í gongd aftur, og Snørið er so fyrsta stóra spælið, sum eg havi sett mær fyri at gera, sigur Niklái Nysted, sum hevur gjørt Snørið.
Snørið er á føroyskum, og tað er eisini á enskum. Tú kanst royna spælið ókeypis í Hvannasundi, fyri at vita, um tað riggar á tínum tóli. Eitt ár kostar 499 krónur.
Spæl á www.snørið.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald