
Um Noreg ikki broytir sína støðu innan ein mánaða, so fer Russland at sýta norskum skipum at koma í russiskan sjógv at fiska. Hetta sigur leiðarin fyri statsligu russisku fiskivinnufyrisitingina, Ilja Sjestakov við russisku tíðindastovuna, Tass.
7. juli kunngjørdi norska stjórnin, at tvey russisk reiðarí, Norebo JSC og Murman Seafood, ikki longur fáa atgongd í norskan sjógv.
Orsøkin var vandin fyri yvirgangi og njósning. Reiðaríini og russiskir myndugleikar hava mótmælt avgerðine, men fyribils til onga nyttu, skrivar norska Fiskeribladet. Russiskir leiðarar kalla stongsulin fyri eitt ógvusligt brot á galdandi avtalur um felags umsiting av sjótilfeinginum.
Russar hótta eisini við at seta egnar kvotur í Barentshavinum og Norðurhavi (Norskehavet).
- Fiskiskapur og býti av kvotum í Barentshavinum og Norðurhavi verður gjøgnumført við støði í russiskum tjóðaráhugamálum, sigur Sjestakov, sambært Tass.
Norska reiðarafelagið, Fiskebåt, hevur í hesum sambandi rátt limum sínum frá at fiska í russiskum sjógvi.
- Til greiða er komin á støðuni, ávara vit norsk skip móti at virka í russiskum sjógvi, sigur Audun Maråk, stjóri í Fiskebåt, sambært Fiskeribladet.
Hann greiðir Fiskeribladet frá, at Noreg og Russland høvdu ein fund í samstarvsnevndini í gjár, har nýggja russiska støðan varð til viðgerðar.
Her var boðskapurin frá russum greiður: Um Noreg ikki tekur tiltøkini móti Norebo JSC og Murman Seafood aftur, so fær hetta álvarsligar fylgjur fyri fiskivinnusamstarvið millum Noreg og Russland.
Í Noregi er tað serliga hóttanin um at seta egnar kvotur, sum ræðir reiðarafelagið. Hetta er oyðileggjandi fyri norsk-russisku fyrisitingini í Barentshavinum, og letur upp fyri óskipaðum fiskiskapi í altjóða sjógvi, serliga í sokallaða loynikrókinum, skrivar Fiskeribladet.
Í morgin fer løgtingið at viðgera eitt uppskot um at heimilað landsstýrinum at herða tiltøkini móti Russlandi orsaka av krígnum í Ukraina, og í hesum sambandi hevur verið talan um at áseta líknandi tiltøk móti teimum navngivnu russisku reiðaríunum, sum Noreg hevur gjørt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald