Uttanlands

Ruth landar sild í Skagen

Danska uppsjóvarskipið kom í dag til Skagen við umleið 2400 tonsum av sild

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-10-26 22:24 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Ruth, hjá Gullak Madsen, hevur fiskað sild norðaliga í norskum sjógvi.

Upplýst verður, at Ruth hevur umleið 2400 tons av sild, sum er fiskað norðaliga í norskum sjógvi.

Talan er tó ikki líka góða stødd, sum føroysku skipini fáa í íslendskum sjógvi, sum liggur um umleið 400 gramm í miðal.

Sildin hjá donsku skipunum liggur um tey 30 grammini í miðal.

Tá ið Ruth hevur landað, verður farið aftur á sildaveiðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder