Innanlands

Samráðast um uppsjóvarfisk í London

Eisini eru innleiðandi samráðingarnar við Bretland um sínámillum fiskirættindi fyri 2022 byrjaðar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-10-19 10:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hesa vikuna og næstu vikuna eru samráðingar millum strandarríkini um makrel, svartkjaft og norðhavssild fyri 2022 í London. Harumframt eru innleiðandi samráðingar millum Føroyar og Bretland um sínámillum fiskirættindi fyri 2022.

Stóru politisku málini fyri allar tríggjar uppsjóvarstovnarnar eru framtíðar býtini millum strandarríkini og at áseta mest loyvdu veiði fyri 2022.

Harumframt eru á skrá at seta vísindaligar bólkar fyri bæði makrel og svartkjaft at savna saman alt taltilfar viðvíkjandi vísindaligum rannsóknum og fiskiskapi í felags frágreiðingar, eins og tað verður árliga gjørt viðvíkjandi norðhavssild. Slíkar frágreiðingar verða nýttar í samráðingum um framtíðar býtini.

Innleiðandi samráðingarnar millum Føroyar og Bretland um sínámillum fiskirættindi fyri 2022 vóru longu í gjár mánadagin, og vóru londini bæði samd um týdningin at hava skipað viðurskifti sínámillum á fiskivinnuøkinum.

Fyrsta samráðingarumfar millum Føroyar og Bretland verður í Føroyum væntandi í seinnu hálvu av november mánaði, har høvuðsmálini verða at býta kvotur sínámillum, atgongd viðvíkjandi uppsjóvarfiski og samstarv hesum viðvíkjandi. 

Tíðindaskriv frá Fiskimálaráðnum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder