Innanlands

Samstarv millum Fiskaaling og NBMU: Skiftislesandi í Føroyum

Søgni Mogstad-Strand, sum lesur ‘husdyrvitenskap’ á triðja ári, hevur verið 3 vikur í Føroyum, har hon hevur vitjað og luttikið í ymiskum virksemi, sum hevur við aling at gera

Søgni Mogstad-Strand hevur verið 3 vikur í Føroyum, har hon hevur vitjað og luttikið í ymiskum virksemi, sum hevur við aling at gera. Til høgru situr Símeon I. Petersen, lúsateljari á Fiskaaling

Søgni Mogstad-Strand hevur verið 3 vikur í Føroyum, har hon hevur vitjað og luttikið í ymiskum virksemi, sum hevur við aling at gera. Til høgru situr Símeon I. Petersen, lúsateljari á Fiskaaling

2022-03-07 22:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Herfyri var Søgni Mogstad-Strand úr Noregi  skiftislesandi í Føroyum. Hetta er úrslit av samstarvsavtaluni millum NMBU (Norges miljø- og biovitenskapelige universitet) og Fiskaaling, sum partarnir undirskrivaðu í 2019.

Søgni Mogstad-Strand, sum lesur ‘husdyrvitenskap’ á triðja ári, hevur verið 3 vikur í Føroyum, har hon hevur vitjað og luttikið í ymiskum virksemi, sum hevur við aling at gera.

Fyrstu vikuna var hon á biotøknideildini hjá Fiskaaling. Har arbeiddi hon serliga við Digiheart verkætlanini, har hon var við til at taka sýnir av fiski og til at analysera tilfarið. Við hesum fekk Søgni Mogstad-Strand royndir at arbeiða sum veruligur granskari, bæði úti í náttúruni og inni á starvsstovuni.

Aðru vikuna var Søgni Mogstad-Strand hjá Bakkafrost, har hon var á smoltstøðini í Kallsoynni. Hon var eisini við til at savna rognkelsi úr aliringum fyri at kanna, um tey høvdu etið lús og fyri at skráseta litin á livrini. Søgni var eisini á Havsbrún, har hon lærdi um framleiðsluna úr enda í annan. Í Svínoy slapp hon at síggja, hvussu rognkelsisaling fer fram í Føroyum.

Seinastu vikuna arbeiddi Søgni Mogstad-Strand saman við lúsateljarum á Fiskaaling.

Henni dámdi sera væl í Føroyum, har hon fekk møguleika at arbeiða úti og fáa praktiskar royndir av ymiskum slagi. Arbeiðið hevur verið sera fjølbroytt, har eitt nú veðrið hevur verið avbjóðandi, men samlaða upplivingin var sera virðismikil, segði hon. Eitt annað, sum Søgni hevur verið serliga glað fyri, eru tey sambondini, hon hevur knýtt við føroyskar starvsfelagar og stovnar.

Søgni Mogstad-Strand ætlar at taka master í akvakultur, havlívfrøði ella okkurt annað, sum er tengt at havinum.

Endamálið við samstarvinum millum Fiskaaling og NMBU (Norges miljø- og biovitenskapelige universitet) er at lata upp fyri møguleikum at samstarva um gransking, starvsvenjing og vitanardeiling. Eisini starvsfólk fáa møguleika at virka í longri ella styttri tíð hjá hvørjum øðrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder