Mánadagin, 28. februar, lá farmaskipið Hav Saga á Fuglafirði og lossaði grót til Fuglafjarðar havn. Tað ljóðar løgið, at neyðugt skal verða at flyta grót inn til Føroya, men tað verður gjørt.
-Ja, vit koma úr Norra við smágróti, eisini kallað nevagrót, tí støddin er umleið sum nevar. Tað verður lossað uppí lastbilar, sum koyra tað nakrar fáar metrar, tí tað skal nýtast til ífyllu, í samband við nýggja havnalagið, sigur Oskar Henriksen, skipari, á Hav Sagu.
- Vit fáa at vita, at tað er bíligari at flyta grótið inn enn at borða, spreingja og knúsa tað í Føroyum og koyra tað á staðið. Harafturat, er góðskan nógv betri á norska grótinum enn á tí føroyska, sigur Aksel Vestergaard, stýrimaður.
- Vit hava 2700 tons, so tað hevði verið ein góð løta at koyrt tað við lastbilum úr einum grótbroti til havnalagið. Tí er hesin hátturin nógv ómakaleysari, sigur Oskar.
Hav Saga fór av Fuglafirði til Neskeypstað á Eysturlandinum á Íslandi eftir last til Bremen í Týsklandi.
Oskar og Aksel siga, at teir høvdu verið umborð í útvið fimm vikur. Fyrstu vikuna var hampiligt veður, tá teir vóru í Póllandi og sigldu upp til Skagen. Síðani hevði veðrið verið serstakliga ólagaligt í Norðsjónum og her á okkara leiðum.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, har tíð var til prát, Guds orð og bøn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald