Innanlands

Signar Poulsen stjóri á nýggju fyritøkuni Eldi Føroyar

Vónin Aquaculture, Mørenot Aquaculture og Fiizk Protection verða savnaðar í eitt felag – Vónin heldur fram sum hon er í dag í Føroyum, men tann parturin av virkseminum hjá Vónini, sum arbeiðir beinleiðis við alivinnuni, fer nú undir Eldi

2025-12-08 14:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrst í nýggja árinum verða Vónin Aquaculture, Mørenot Aquaculture og Fiizk Protection samlaðar í eitt felag, sum fær navnið Eldi.

Talan er um fyritøkur, ið longu hoyra til Hampidjan Group í Íslandi.

Endamálið við samanleggingini er at savna arbeiðið innan tól, útgerð og verju til alivinnuna, so felagið kann fáa eina greiðari kós og betri skipan í framtíðini.

Vónin heldur fram sum hon er í dag í Føroyum, men tann parturin av virkseminum hjá Vónini, sum arbeiðir beinleiðis við alivinnuni, fer nú undir Eldi. Tað merkir, at Eldi Føroyar verður nýggja navnið á tí føroyska partinum, ið fer at arbeiða við hesum øki.

Stjóri í Eldi-samtakinum verður Thomas Myrvold, stjóri í Mørenot Aquaculture.

Til at leiða nýggju fyritøkuna í Føroyum er Signar Poulsen settur sum stjóri. Hann fær ábyrgdina av dagliga arbeiðinum og skal tryggja, at Eldi Føroyar kemur væl í gongd. Arbeiðið fevnir millum annað um at samskipa tænastur og loysnir til alivinnuna og at halda samband við bæði føroyskar og útlendskar kundar.

Leiðslan í samtakinum sigur, at samanleggingin skal gera arbeiðið meira samlað og effektivt. Við trimum feløgum lagd saman í eitt verður arbeiðið minni sundurskilt, og tað ger tað lættari at menna nýggj tilfar og loysnir til vinnuna.

Eldi Føroyar fer sostatt at hava ein týðiligan leiklut í føroysku alivinnuni framyvir, og Signar Poulsen skal tryggja, at felagið fær eina góða byrjan í nýggja bygnaðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder