Innanlands

Sildin er sein á veg í ár

Hon er umleið ein mánað seinni í ár enn undanfarnu ár at koma út um fiskimarkið, men vit vita ikki, sigur skiparin á Finni Fríða sum landar 1400 tons av góðari sild á Tvøroyri

Andri Hansen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Andri Hansen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-10-26 00:04 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit hava roynt eftir sild á Eysturlandinum við Ísland. Túrurin gjørdist góður, tí vit hava umleið 1400 tons av góðari sild. Tað sigur Andri Hansen, skipari, á Finni Fríða.

- Vit, saman við øðrum skipum, hava bíðað eftir, at sildin skuldi koma út av íslendska landgrunninum, og út um 50 fjórðingar, so vit kunnu royna eftir henni. Hon er umleið ein mánað seinni í ár enn undanfarnu ár at koma út um fiskimarkið, men vit vita ikki, hví, sigur hann.

- So kom eitt rend svimjandi eystureftir við væl av ferð, og vit fylgdu henni. Tað gav góðan fiskiskap í hálvt annað samdøgur, og so hvarv tann sildin. Nú liggja skipini og bíða eftir, at næsta rendið kemur eystureftir. Hesa tíðina í fjør var sildin nógv eystari, og vit fiskaðu hana í føroyskum sjógvi, sigur Andri.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Støddin á sildini er góð, men heldur minni enn undanfarnu ár. Tað kemst av, at tilgongdin av smáari sild er góð, og tað er gott, men tað ger samstundis, at støddin er heldur minni. At vit fiska sildina væl seinni í ár enn vanligt, hevur ta góðu fylgju, at minni æti verður í henni og harvið verður góðskan betri, sigur hann.

- Her á Varðanum Pelagic, verður meginparturin av sildini fryst heil, meðan nakað verður flakt. Summir keyparar vilja hava heilfrysta sild, meðan aðrir vilja hava fløk. Eftirspurningurin ger av, hvussu hon verður hagreidd, sigur Andri.

Finnur Fríði fer aftur á sildaveiðu, tá teir vera lidnir at landa í kvøld. 

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina, sum fekk okkurt gott at lesa og lurta eftir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder