Innanlands

Silvurkalvi rikin á land

Í november fekk Havstovan boð um, at ein "óvanligur" fiskur var rikin á land í Klaksvík

Mynd: Birgir Mikkelsen/Hav.fo

Mynd: Birgir Mikkelsen/Hav.fo

2020-01-20 12:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

29. november í fjør ringdi Birgir Mikkelsen úr Klaksvík á Havstovuna um, at ein ”óvanligur” fiskur var rikin á land beint niðan fyri Føroya Bjór í Klaksvík.

Birgir var so beinasamur at taka nakrar myndir og nøkur filmsklipp av fiskinum, og eisini ómakaði hann sær at taka mát av fiskinum. Fiskurin var ein silvurkalvi á 145 cm til longdar, skrivar Havstovan.

Silvurkalvi er ikki óvanligur í føroyskum sjógvi, tó er hann ikki tíðum gestur. Hann livir frá norðara parti av Atlantshavinum, frá Grønlandi, norður Norra til norður Afrika.

Les meira um Silvurkalvan her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder