Innanlands

Sisimiut hevur landað í Kollafirði

Sisimiut kom á Kollafjørð í nátt ávegis til Danmarkar, har skipið skal í dokk

Savnsmynd (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Savnsmynd (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-05-20 20:10 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Flakatrolarin Sisimiut kom í nátt á Kollafjørð, har teir skuldu landa.

Sisimiut hevur fiskað í Barentshavinum hendan túrin, og hava teir 400 tons av flaki, sum teir landa í Kollafirði.

Sisimiut skal nú í dokk í Danmark, og tað er í hesum sambandi, at flakatrolarin er komin á Kollafjørð at landa.


placeholder
placeholder