2022-07-07 17:12
Grønlendski flakatrolarin, Sisimiut skal leggja ymsa útgerð upp á Havnini áðrenn skipið fer til Kollafjørð, har skipið skal landa.
Sisimiut hevur 600 tons av flaki, sum skal landast í Kollafirði, og tá ið liðugt er at landa, skal skipið á verft í Danmark.
Tað er grønlendska felagið Royal Greenland, sum eigur flakatrolaran Sisimiut.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald