So er fyrsti dagur av messuni Atlantic Fair í Klaksvík av. Fitt av fólki vitjaðu, sambond eru stykt og nýggj sambond knýtt.
Fleiri sjómenn og onnur vitjaðu inn á básin hjá Sjómansmissiónini.
Frá middegi og til klokkan 17, vóru tríggjar frá sjómanskvinnuringinum í KFUM/K í Klaksvík á básinum. Tær sótu og hugnaðu sær, tosaðu við sjómenn og onnur, samstundis sum stokkarnir klirraðu. Prát og hugni var í hásæti, og fleiri sjómenn takkaðu fyri jólapakkar, og róstu teimum fyri arbeiðið.
Ein sjómaður ikki bara takkaði fyri pakkar, men vísti teimum sjónband á telefonini, tá teir pakkaðu upp umborð. Tað var hugaligt at síggja.
Kvinnurnar vóru so raskar at binda, at ein sjómaður segði skemtandi við ein annað:
- Situr tú her nóg leingi, fært tú kanska nýggjar hosur á føturnar!
Messan verður opin í morgin frá kl.10-17 og hósdagin frá kl 10-16.
Vælkomin á messu og á bás D 323, sum er tann hjá Føroysku Sjómansmissiónini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald