Tað er í dag, at Sjómannadagarnir í Klaksvík veruliga fara í gongd. Sjómannadagar hava ikki verið í Klaksvík seinastu tvey árini, men nú verður stóra tiltakið aftur. Hóast eitt sindur av regni í morgin, vera uttan iva nógv fólk.
Klokkan 16 í dag verður Skarðsprát sum Felagið Skarðsbygd skipar fyri. Hetta verður í Miðhøllini á Skúlatrøð.
Men klokkan 18 verður fiskikapping á Kósabrúnni. Børnini skulu hava tráðu við og vera í bjargingarvesti.
Tá Fiskikappingin er liðug klokkan 19, leggja skip og bátar at Kósakeiini og taka fólk umborð, og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vánni.
Brimil liggur mitt á krígsøkinum, og smærri og størri bátar sigla ímóti klokkuni/sólin, runt um Brimil og fram við sløkkiliðsbilunum á vesturbryggjuni.
Í morgin er stóri dagurin. Føroysku træseglskipini koma á Klaksvík klokkan 10 og stórt morgunmatarborð verður á bryggjuni frá klokkan hálvgun ellivu.
Gjøgnum dagin verða ymsar kappingar. Millum annað í egning, trolbøting, halda dregg, køkubaking og at vinda hespur upp í noða.
Væl umtókta Fish & Chips frá JFK verður at fáa frá klokkan 13.
Alt er ókeypis á Sjómannadegnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald