Innanlands

Skiparin letur væl at

- Tað hevur gingist væl við skeljafiskiskapinum. Vit hava roynt mest eystanfyri, men hava eisini gjørt fleiri túrar norðanfyri- sigur Tóri Simonsen, skipari á Norðheim. Hann var og vitjaði básin hjá Sjómansmissiónini á Atlantic Fair í morgun

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-05-18 15:08 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Fleiri sjómenn og kvinnur hava vitjað básin hjá Sjómansmissiónini í morgun. Millum vitjaninar var Tóri Simonsen, skipari á skeljabátinum Norðheim, hjá O.C. Joensen á Oyri. Norðheim liggur nú tí fiskitíðin er av á hesum sinni.

- Tað hevur gingist væl við skeljafiskiskapinum. Vit hava roynt mest eystanfyri, men hava eisini gjørt fleiri túrar norðanfyri, sigur Tóri.

- Støddin hevur verið góð. Tað sær út sum tað er ein samanhangur millum góðan fiskiskap og stóra og góða skel, og smáligan fiskiskap og verri slag, sigur Tóri.

Teir eru fimm mans við og tvær manningar hoyra til skipið.

Filmur um Norðheim var í sjónvarpinum á básinum, samstundis sum Tóri vitjaði.

Teimum og sjófólkinum verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Sjómansmissiónin er á bási 203 á Atlantic Fair í Klaksvík, hiðani myndirnar eru.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder