Innanlands

Skipasøga: Føroyingar á rækjuveiðu

John Dam, kendi vinnulívsmaðurin og rækjuskiparin, legði fyrst í 70'unum lunnar undir føroyska rækjuveiðu við rækjutrolaranum Vesturvarða

Vesturvarði - Hvannrók

Vesturvarði - Hvannrók

2025-08-15 14:25 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fyri nøkrum árum síðani høvdu vit helst størsta rækjuflotan í heiminum, men lági rækjuprísurin, og høgi oljuprísurin gjørdi næstan enda á føroyska rækjuflotanum fyrst í hesi øldini.

Vit hava leitað fram tilfar, og hava skrivað ein lítlan stubba um tá ið føroyingar byrjaðu rækjufiskiskapin í 1970.

Fyrsta føroyska rækjutrolaran var Vesturvarði. Hesin fiskaði í 1970 80 tons av rækjum.

Annar rækjutrolarin var Oknin, sum í 1970 fiskaði 50 tons av rækjum.

Tilsamans var føroyska rækjuveiðan í 1970 130 tons av rækjum. 

Triði rækjutrolarin var fyrsti Hvítanes, sum varð bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju. Eigararnir umbygdu Hvítanes, soleiðis at skipið eisini kundi fiska rækjur, og fóru á rækjuveiðu við ársbyrjan í 1971.

Í 1971 fiskaðu hesir trýggir rækjutrolararnir tilsamans 496 tons av rækjum.

Í 1972 fiskaðu hesir somu rækjutrolararnir tilsamans 755 tons av rækjum. Vesturvarði var bestur, og fiskaði 370 tons, og manningarparturin var 115.000 krónur.

Leikur úr Havn verður fjóri rækjutrolarin, og byrjar at fiska rækjur í 1973. Hetta árið fiska føroysku rækjuskipini tilsamans 1.370 tons.

Fimta rækjutrolarin kemur árið eftir - 1974, og tað er Vesturland, sum er systurskip fyrsta Hvítanes.

Samlaða veiðan av rækjum kom í 1974 uppum 2.000 tons.

Í 1974 høvdu fýra reiðaríið gjørt sáttmálar um at byggja rækjutrolarar. Fyrstur at fáa sítt skip var John Dam, sum lat Suðurvarða byggja. Sama árið kom fyrsti Høgifossur, sum var eitt meira nútímans snið av rækjutrolara.

Í 1975 keypa menn bretska trolaran Ross Valiant, sum fær navnið V.U Hammersheimb.

Kjartan Joensen í Leirvík keypir í 1975 Hvítanes saman við øðrum, og fær trolarin kenda navnið Hvilvtenni. Hesin er tann fyrsti av trimum við hesum navninum og heimstað í Leirvík.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder