Samtakið Farcod, sum eigur skipini Enniberg og Emerald, avreiddi í fjør fyri umleið 220 milliónir krónur.
Enniberg er betra skipið hjá samtakinum annað árið á rað, og fiskaði fyri umelið 120 milliónir krónur í fjør.
Samlaða avreiðingarvirði hjá báðum skipunum er ein hækking á 24,4 milliónir krónum samanborði við 2024, har skipini avreiddu fyri tilsamans 195,6 milliónir krónur.
Enniberg avreiddi í fjør fyri umleið 120 milliónir krónur í mun til Emerald, sum avreiddi fyri góðar 100 milliónir krónur.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/08/28/890x590/1756402708s0m7yvjuix.webp)
Emerald (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Hóast Enniberg fiskaði fyri knappar 120 milliónir í fjør, so er hetta ein minking á knappar 6 milliónir. Enniberg fiskaði nemliga fyri 125,7 milliónir í 2024.
Emerald hevur tó fiskað fyri knappar 30 milliónir meira í 2025 enn 2024.
Greinin er dagførd kl.12.30
Aftaná at greinin er skrivað hevur reiðaríið kunna okkum um neyvari tøl nú lastirnar hjá bæði Enniberg og Emerald, frá desember, eru avreiddar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald